Jóhan Eli L. Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spyr nú Jenis av Rana, landsstýrismann í menta- og uttanríkismálum um Huawei málið og Kringvarpið.
- Nú um dagarnar hevur nógv fokus verið rundan um sokallaða “Huawei-málið”, har KVF hevur víst á eina upptøku, teir av órøttum hava tiltuskað sær, og síðani fingið fútabann fyri at miðla. Bert KVF hevði hesa upptøku. Av ókendum orsøkum er hon endurgivin í Berlingske um dagarnar, hóast fútabann er sett fyri at brúka hana, skrivar Jóhan Eli Poulsen í viðmerkingunum í grein 52 fyrispurninginum.
- Tað er sera skaðiligt fyri okkum sum land og tjóð, at almenna Kringvarpið soleiðis avlurtar trúnaðar samrøður og almannakunngerð tær, landi og fólki til bága. Tað er á markinum til landasvik, at stovnurin setur okkara land í ringt ljós. Stór virðir standa upp á spæl. Spurningurin er eisini, um fólk kunnu hava álit á KVF, tá tey arbeiða á slíkan hátt. Kringvarpsstjórin sigur í miðlunum í kvøld, at KVF hevur ikki útflýggjað upptøkurnar. Tað kann undir ongum umstøðum vera rætt. Tað kann bara vera úr KVF, at upptøkan er likin, tí teir vóru teir einastu, ið høvdu atgongd til hana, heldur hann.
Jóhan Eli L. Poulsen spyr um landsstýrismaðurin fer at áleggja kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna um “Huawei-málið”, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri KVF, at teir hava tiltuskað upplýsingar á “óvanligan/ólógligan hátt”, sum hann orðar seg.
Eisini vil tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum vita hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja sær, “at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda”.
Grein 52 spurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.
Les eisini: Georg L. Petersen: - Kunnu vera nógv sum hava likið
Les eisini: Ivan Hentze Niclasen: KvF brýtur ikki fútabannið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald