Innanlands

Færri fongslað seinastu árini

Tó er talið á fongsulsdøgum ikki minkað samsvarandi, og brotini á rúsevnis- og vápnalógirnar eru blivin fleiri í tali

Fongslið í Mjørkadalið (Mynd: Hagstovan)

Fongslið í Mjørkadalið (Mynd: Hagstovan)

2021-04-24 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað. Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið á fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 árliga, men síðani er talið minkað støðugt, og í 2020 var tað komið niður í 40, skrivar Hagstovan.

Tó sæst, at talið av fongsulsdøgum ikki er minkað samsvarandi og serliga hesi síðstu fýra árini vísir gongdin ein uppgangandi trend í talinum á fongslaðum persónum.

Brotini á rúsevnislógina, sum vóru gott 50 fyri 20 árum síðani, eru eisini blivin fleiri í tali, serliga síðani 2012, og nú eru tey meira enn tvífaldað.

Fram til 2010 lógu brotini á vápnalógina um 10 um árið, men síðani er eisini talið á hesum lógarbrotum vaksið, og í fjør var talið 46. Harvið er talið fimmfaldað seinastu 10 árini.

Brotini á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd. í 2001 og 2002 var talið 36, men síðani hevur talið lagt seg á eitt støði millum 10 og 15 um árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder