Uttanlands

Færri lesandi úr ES á bretsku universitetunum

Talið á lesandi úr ES-londum á bretsku universitetunum er nógv minkað, síðan bretar fóru úr ES

Balliol College, University of Oxford (Mynd: Visual Hunt)

Balliol College, University of Oxford (Mynd: Visual Hunt)

2021-09-05 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At Stórabretland er farið úr ES merkist væl á bretsku universitetunum í ár. Millum tey mongu, sum eru byrjaði at lesa eru nevniliga nógv færri lesandi úr ES-londum.

Á heysti í ár eru 11.700 evropeisk lesandi innskrivað á bretsku universitetunum, vísa tøl frá Universities & Colleges Admissions Service. Í fjør vóru fleiri enn tvífalt so nógv – 27.750.

Sambært fleiri universitetum er ein partur av orsøkini helst koronafarsóttin, men størsta orsøkin er brexit.

Inntil 2020 var tað ikki so torført hjá ES-borgarum at sleppa at lesa í Stórabretlandi, men nú bretar eru farnir úr ES, skulu lesandi nú søkja um visum fyri at fáa loyvi at lesa í Stórabretlandi, nakað, ið kann vera bæði kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi.

Ein onnur orsøk er prísurin hjá bretsku universitetunum. Áðrenn brexit skuldu lesandi úr ES gjalda tað sama sum bretar (í mesta lagi 9.250 pund, ella 80.000 krónur per lestrarár), men tað er broytt nú. Sambært Ritzau skulu evropeisk lesandi í summum førum gjalda meira enn tvífalt, og í summum førum trífalt, so nógv sum bretsk lesandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder