Vøksturin á nýskrásettum bilum minkaði munandi í apríl mánaði.Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni, galdandi til og við apríl mánaða.
177 nýggj akfør vórðu skrásett í apríl í ár, og hetta er bara góður helmingur av innflutninginum í apríl í fjør, tá 352 nýggir bilar vórðu skrásettir í Føroyum.
Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár komu 817 nýggj akfør inn í akfarsskránna. Hetta er ein minking á góð 22 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2019, tá 1.052 nýggir bilar vórðu skrásettir.
101 persónbilar vórðu skrásettir í apríl í ár. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár er talið av nýskrásettum persónbilum minkað við góðum 30 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Minking er á flest akfarssløgum. Undantikið er bussar. Bygdaleiðir hava gjørt nýggjar sáttmálar, og hetta inniber at ein hópur av nýggjum bussum eru komnir til landið. 13 nýggir bussar vórðu skrásettir í apríl í ár – tilsvarandi tal í apríl í fjør var 2.
Higartil í ár eru 23 nýggir bussar komnir til landið, ein vøkstur á 666 prosent í mun til í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald