Innanlands

Færri søkja inn á miðnám

919 umsóknir eru komnar inn, og tað eru 91 færri enn í fjør. Hinvegin hækkar talið av lærusáttmálum

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2020-03-16 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá ið freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar var úti á midnátt í gjár, vóru 919 umsóknir komnar inn, skrivar Undirvísingarstýrið á heimasíðuni.

Hetta eru 91 umsóknir færri enn í fjør, ið er ein minking á 10 prosent. Eins og undanfarin ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, ið søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum, og tað er hægsta talið síðan 2015.

40 prosent av øllum umsøkjarunum vilja sleppa inn á hug- ella náttúrubreytina. Síðan 2015 eru gentur betri umboðaðar á øllum gymnasialu breytunum uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini. Gentur hava eisini betri umboðan á heilsuútbúgvingunum. Dreingir eru hinvegin betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum og á serligu tilboðunum.

Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið í støðugari minking, til samans er talan um 301 færri umsóknir ella eina minking á 25 prosent.

[object Object]

Meðan gongdin á miðnámi hevur verið minkandi, er talið av lærusáttmálum hækkað við 91 í tíðarskeiðinum 2015-2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 32 prosent.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar mánadagin 23. apríl 2020, sigur Undirvísingarstýrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder