Aftur í ár er Havnin vertur fyri árliga Faroe Pride skrúðgonguna, sum verður hildin leygardagin 27. juli frá klokkan 16 til 18.
- Hetta er ein dagur, har ymiskleiki og javnrættindi eru í hásæti, og LGBT+ Føroyar bjóðar øllum at luttaka í hesum gleðiliga hátíðarhaldi, har vunnin rættindi verða fagnað, og sjóneykan verður sett á manglandi rættindi og somuleiðis á haturstalu, siga fyriskipararnir.
Dagurin byrjar við upphiting kl. 15 í Gundadali. Her verður ymiskt á skránni, eitt nú andlitsmáling, tónleikur og dansur. LGBT+ Føroyar hevur sølubás, har møguleiki verður at keypa alskyns ælabogafløgg og -lutir. Eisini kemur Danny Baldursson at syngja nøkur løg.
Eftir upphitingina verður gingið oman á Vaglið, har nakrir av Føroya bestu tónleikarum fara at framføra. Skráin fyri ársins Faroe Pride er eins fjølbroytt sum undanfarnu árini. Tey, sum spæla, eru:
Jens Marni - Ein av okkara mest elskaðu sangarum, Jens Marni, fer at seta lív í Vaglið við sínum savnandi løgum og sterku rødd.
Gówa - Vinnarin av ársins Sement-kapping. Gówa hevur víst seg at vera eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum innan fyri føroyskan tónleik, og er hetta eitt serstakt høvi at hoyra tey live.
Sissal Jo - Við nýggjum staklagi á marknaðinum er Sissal Jo ein sangarinna, ið hevur fingið stóra undirtøku. Hennara nýggjasta útgáva hevur longu vakt ans, og hon fer uttan iva at geva eina minniliga framførslu.
Aggrasoppar - Kend fyri teirra serstaka og orkumikla stíl fara Aggrasoppar at fáa fjøldina at hoppa og dansa við sínum eksperimenterandi og fangandi tónleiki.
Joe and the Shitboys - Punk-bólkurin við sínum kraftmikla ljóði og speirekandi tekstum og yndisbólkurin hjá Iggy Pop. Joe and the Shitboys eru kendir fyri teirra lívligu framførslur, sum altíð fáa fjøldina at kóka.
- Vertur fyri Faroe Pride í ár verður hin karismatiska, speirikna og eldhugaða Cecilia Jacobsen. Cecilia fer eisini at halda ársins røðu, har hon fer at leggja dent á týdningin av javnrættindum fyri tvørkynd og eitt tolsamari samfelag. Við sínum beinraknu og hjartanemandi orðum fer hon at skapa eina serstaka løtu fyri øll, sum eru til staðar, siga fyiskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald