Mentan

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen í Vestmanna

Verður hildið leygarkvøldið 26. august – kvøldið fyri at sangarin og sangskrivarin fyllir sjeyti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-14 17:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í sambandi við, at tónleikarin og sangskrivarin Martin Joensen verður sjeyti ár, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Vestmanna leygarkvøldið 26. august.

Vestmanna kommuna og Sprotin skipa fyri tiltakinum, ið verður hildið í Miðnámi í Vestmanna.

Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.

Tey, ið tulka sangirnar hjá Martini eru Lena & Niclas, Bárður á Lakjuni, Terje Vestergaard, Eivør, Vestmenn og Vestmanna sangkór.

Tey, ið flyta røður, eru Bjørg á Rógvi, bygdarráðsforkvinna, Siri Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, Jonhard Mikkelsen og Sunleif Rasmussen.

Á tiltakinum verður eisini nýggja bókin “Martin Joensen – tekstir og løg ígjøgnum hálva øld” løgd fram og fæst eisini til keyps. 

Tiltakið er frá kl. 20 til 22 við steðgi ímillum. Í steðginum borðreiðir kommunan við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi. Eftir tiltakið hevur Faer Isles Distillery opið og spennir seg út, meðan Vestmenn seta lív í.

Tiltakið kostar 300 krónur og fáast til keyps á atgongumerki.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder