Leygarkvøldið 27. januar verður fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakku Guttesen & Magnusi á Stongum. Tað verður í Dansihøllini í Sørvági.
– Í sambandi við, at Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava føðingardag, verður skipað fyri fagnaðarkvøldi í heimbygdini Sørvági. Báðir eru væl kendir innan føroyska tónleikaheimin, og hava rós uppiborið fyri teirra avrik. Nú ynskja vit at geva teimum eina hjartans tøkk fyri teirra íkast, skrivar Dansistovan.
Tiltakið byrjar kl. 20, og dyrnar lata upp kl. 19.30. Aldursmarkið er 18 ár. Atgongumerki fæst á atgongumerki.fo.
– Á skránni eru tónleikur, røður og hugni. Ymiskir tónleikarar og sangarar fara at tulka sangir hjá Jóan Jakku og Magnusi. Í steðginum verður borðreitt við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi, skrivar Dansistovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald