2024-01-03 17:39
248 russiskir krígsfangar, sigast nú at vera komnir aftur til Russlands eftir at eitt fangaumbýti millum Russland og Ukraina, boðar russiska verjumálaráðið frá.
Umbýtið er eitt úrslit av samráðingum, sum Sameindu arabisku Emiratini hava staðið fyri.
Samstundis boðar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, frá, at yvir 200 ukrainskir krígsfangar, eru leysgivnir til Ukraina.
- Okkara fólk eru heima, skrivar Zelenskyj á boðtænastuni Telegram, har hann eisini hevur filmsbrot frá nøkrum av leyslatnu fangunum.
Tey bæði stríðandi londini hava fleiri ferðir fyrr, meðan kríggið hevur staðið uppá, umbýtt fangar, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald