Tá Hans Jørgin Nysted fór oman í seyðahúsið í Norðaraparti oman fyri Norðdepli fyrradagin, kom hann fram á eina heldur óvanliga sjón.
Ein røð av deyðum starum lógu undir vindeyganum inni í húsinum.
Hetta er ein sera sjáldsom sjón, sigur Hans Jørgin Nysted, sum taldi uml. 40 starar á myndini, sum hann eisini hevur lagt á Facebook.
Tá hann fyrst kom fram á stararnar, lógu teir júst sum teir gera á myndini, og hvussu stararnir eru endaðir so, veit hann ikki.
Hans Jørgin Nysted heldur tað ikki vera sannlíkt, at tað er nakað, teir hava etið harinni, sum teir eru deyðir av. Hann greiðir frá, at í seyðahúsinum er bara seyður og turt hoyggj, og hurðin stendur altíð opin, so seyðurin kann ganga út og inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald