
Órógv hevur verið í grønlendskum politikki seinastu tíðina. Síðst í november í fjør tapti Kim Kielsen stríðsvali um formanssessin í Siumut fyri Eriki Jensen, men hevur tó framvegis røkt sessin sum landsstýrisformaður - ein sess ið Kielsen hevur verið í síðani á heysti 2014. Siumut er størsti flokkur í samgonguni við níggju sessin og við fýra landstýrisfólkum.
8. februar boðaði floksformaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, frá, at Demokratarnir, er ikki longur partur av grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, og at orsøkin er óvissan í Siumut.
Les eisini: Landsstýriskreppa í Grønlandi
Nú er nýval útskrivað, og greitt er at grønlendingar skulu á val týsdagin 6. apríl, ið er beint eftir páskadagarnar.
Greitt er eisini, at Kim Kielsen stillar uppaftur, og so er spurningurin, hvussu stóran stuðul 54-ára gamli politisturin fær frá veljaranum.
Stórur meiriluti var fyri at hava val nú í vár, og hetta er eitt ár fyri tíð. Seinasta Landstingval í Grønlandi var í apríl 2018. Tá gekk Siumut aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald