Innanlands

Fara at betra um spælikarmarnar hjá børnum og ungum í Nesvík

Kirkjuliga Heimamissiónin var ein av teimum átta, sum herfyri fekk 50.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum. Sambært Trúboðanum skal gávan nýtast til umstøðurnar í og við eyðkenda hylin í Nesvík

Í síðstu viku lat Posta við Jólamerkjagrunninum lat samanlagt 200.000 kr til vælgerandi endamál í Føroyum. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung (Mynd: Posta)

Í síðstu viku lat Posta við Jólamerkjagrunninum lat samanlagt 200.000 kr til vælgerandi endamál í Føroyum. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung (Mynd: Posta)

2023-12-05 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku lat Posta við Jólamerkjagrunninum lat samanlagt 200.000 kr til vælgerandi endamál í Føroyum. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung.

Les eisini: Jólamerkjagrunnurin latið stuðul

Kirkjuliga Heimamissiónin fekk ein part av stuðlinum. Hesin skal nýtast til Leguhúsið í Nesvík -  til at betra um spæliøkið rundan um Leguhúsið, skrivar Trúboðin.

- Vit ynskja støðugt at bøta og betra um spælikarmarnar hjá børnum og ungum rundan um Leguhúsið. Stóri hylurin oman ímóti sjónum verður dúgliga brúktur, serliga í summarhálvuni. Her fara børn og ung út at rógva við smáum jollum. Jollurnar slítast tó skjótt av nógvu nýtsluni – tí ynskja vit at keypa nýggjar jollur, árar og spæliútgerð til hylin, umframt at gera ábøtur við verandi jollur.

Talan er um samanlagt 50.000 krónur, sum tey sum vera man eru sera glað fyri í Nesvík

- Vit eru sera takksom fyri stuðulin frá Jólamerkjagrunninum. Hesin stuðulin kemur væl við, bæði hjá okkum og uttan iva eisini hjá hinum góðu verkætlanunum, sum Jólamerkjagrunnurin lat stuðul til í ár, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Um Jólamerkjagrunnin

Tey flestu kenna jólamerkini, sum Posta gevur út um jóltíðir, og sum føroysk listafólk sniðgeva. Á hvørjum ári verður vinningurin býttur út, soleiðis at hann kemur børnum og ungum til góðar. Hesuferð eru 200.00 kr. latnar, skrivar Posta í tíðindaskrivi.  

- Tað er týdningarmikið fyri okkum at halda fram at stuðla børnum og ungum við Jólamerkjagrunninum. Hesaferð hava vit valt at lata stuðulin til kunnandi tilfar, ljóðførisátøk og útgerð til barnaítriv. Tað er við til at geva børnunum góð minnir í frítíðini, sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.  

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið stuðul til útgerð í leguhúsinum í Nesvík, meðan Guliskúli hevur fingið játtað pening til ítrív til næmingarnar. 

ÍVF Teknmál hevur fingið stuðul til undirvísingartilfar at varpa ljós á føroyskt teknmál, meðan bæði Kyn og Colitis Crohn felagið fáa stuðul til kunnandi tilfar.

Barnasjónvarpssendingin Látiløtan, Harmoniorkrestrið GHM og Kamartónleikakappingin Crecendo fáa eisini lut í stuðlinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder