Mentan

Fara at finna Føroya bestu dansarar

10. februar verður dansikapping aftur í Dansifrøi. Kappingin er fyri børn og ung í aldursbólkinum 8-16 ár

2024-01-27 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 10. februar 2024 verður dansikapping aftur í Dansifrøi, har føroya bestu dansarar enn eina ferð skulu finnast. Hetta er triðja árið á rað at dansikappingin verður hildin og er sera væl dámd millum teir ungu dansararnir.   

Kappingin er fyri øll børn og ung í Føroyum í aldursbólkinum 8-16 ár, ið tíma at dansa. Luttakandi skulu finna upp á egnan dans, og ongar royndir eru kravdar frammanundan. Vinnarin av kappingini fær 2.500 kr.

Endamálið við kappingini er at savna ungar dansarar úr øllum Føroyum, og geva teimum møguleikan at vísa fram sína list á palli. Kappingin gevur eisini dansarunum íblástur og er við til at skapa ein felagskap, ið stimbrar føroyska dansiumhvørvið.

Í fjør var tað bólkurin Hip Hop Trios við dansarunum Gunnhild Olivia G. Højsted, Jóhanna R. Hvannastein, Natasja G. á Løgmannsbø, ið tók fyrsta plássið. Kappingin var sera væleydnað og Dansifrøi var fult av áskoðarum, ið sóu nógvar flottar framførslur frá teimum luttakandi dansarunum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder