Innanlands

Fara at handa landsstýrismanninum undirskriftir seinnapartin

Áhugabólkurin fyri betran av Suðuroyarleiðini hevur savnað omanfyri 1.000 undirskriftir

Smyril fer eftir ætlan í dokk um vikuskiftið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Smyril fer eftir ætlan í dokk um vikuskiftið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-15 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru suðuroyingar á veg til Havnar við Smyrli at handa Una Rasmussen, landsstýrismann undirskriftir fyri at mótmæla handfaringina av Suðuroyarleiðini.

1.044 undirskriftir eru í skrivandi stund savnaðar gjøgnum talgilda undirskriftainnsavning, og verða undirskriftirnar handaðar landsstýrismanninum seinnapartin, skrivar Kringvarpið.

Tað er ein áhugabólkur fyri betran av Suðuroyarleiðini, sum mótmælir handfaringina av suðuroyarleiðini, og krevur, at Smyril ikki verður tikin úr sigling, fyrr enn eitt javnbjóðis skip á stødd við Smyrli verður fingið at røkja siglingina.

Les eisini: Mótmæla handfaringina av Suðuroyarleiðini

Eftir ætlan skal Herjólfur III annars byrja í sigling fyri Smyril leygardagin 20. august. Skipið skuldi undir royndarsigling fyrst í hesum mánaðinum, men sambært Kringvarpinum verður enn bíðað eftir siglingarloyvinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder