Innanlands

Fara at kunna um stríðsstig um vikuskiftið

Fakfeløgini fara at taka stríðsstig fyri at mótmæla tí, sum tey kalla fyri eitt álop frá løgtinginum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

36 fakfeløg vóru vóru fyrrapartin á fundi í Starvsfelagnum, og samdust um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí, sum tey kalla fyri álop frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum.

Í skrivi verður sagt, at nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um, um vikuskiftið.

Fakfeløgini leggja dent á, at stríðsstig vera tikin fyri at mótmæla hesum álopi, sum er á veg í løgtingið. Fakfeløgini hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna eina loysn, um tey ikki vera álopin av løgtinginum.

- Tað grova álopið er, at landsstýrið nú ætlar at tvinga úrvald fólk, sum annars eru í lógligum verkfalli aftur til arbeiðis. Og stjórarnir skulu velja, hvør skal í verkfall.

- Hetta er at blanda seg upp í tær grundleggjandi reglur, sum eru galdandi í eini samráðingarstøðu. Tá landsstýrið á henda hátt skúgvar allar avtalaðar reglur og siðvenjur til viks, so kenna vit okkum ikki longur bundin at avtalum um stríðsstig, siga fakfeløgini.

- Tá landsstýrismaðurin saman við stjóranum á Almannaverkinum brúkar lív og heilsu, sum grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá úrvaldum fólki, er hetta bara eina undanførsla fyri einum skipaðum álopi á lógligt fakfelagsstríð.

- Sleppa arbeiðsgevararnir at brúka lív og heilsu sum almenna grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum, er spurningurin bara, hvør næsta grundgevingin verður.

- Fakfeløgini ásanna, at lív og heilsa ikki skal setast í vanda, men hetta eiga arbeiðsgevarar og fakfeløg at loysa eftir teimum reglum og siðvenjum, sum longu eru galdandi og sum higartil hava verið nøktandi. At leggja í hendurnar á stjóranum á Almannaverkinum at avgera, nær lív og heilsa er í vanda, er ikki í lagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder