Innanlands

Fara at lata meira upp

Tíðindafundur verður í morgin klokkan 10

2020-05-13 13:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 10 í morgin verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har kunnað verður um, hvussu latið verður enn meira upp í føroyska samfelagnum.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá.

Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boollsen, formaður í Epidemikommisjónini og Lars Fodgaard Møller, landslækni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder