2020-10-08 22:26
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í næstum verður farið undir at víðka um kirkjugarðin á Glyvrum.
Fyrireikað er at vaksa um hann inneftir – norðureftir, og tað verður Spf. Rókin á Glyvrum, sum stendur fyri arbeiðnum.
Arbeiðið varð fyrr í ár boðið út, og við ta innbodnu lisitatiónina, sum varð hildin í býráðssalinum í Saltangará 26. august, vóru trý tilboð innkomin, og var tað Spf. Rókin, sum átti lægsta boðið, skrivar Runavíkar kommuna.
Lægsta boðið var slakar 2,9 mió. kr. – og í gjár skrivaðu stjórin í felagnum, Jákup Martin Kjeld, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála hesum viðvíkjandi.
Mynd: Runavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald