Innanlands

Fara inn í Lanzarote at kanna løðaran

Fyrsta leggið á túrinum gekk væl – tó við nøkrum trupulleikum

2020-03-12 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rógvararnir umborð á bátinum ”Rose”, sum ætla at rógva tvørtur um Atlantshav, eru við at nærkast Lanzarote á Kanariuoyggjunum.

Avgerð er tikin um at leggja inn í Lanzarote. Hetta tí at trupulleikar eru við battaríunum, sum avløðast alt ov skjótt.

Hetta skrivar skiparin á bátinum, Ralph Tuijn, í ein dagføring, sum hann legði út á Facebook í gjár.

Á heimasíðuni oceanrower.eu sæst, at teir fimm rógvararnir nú eru komnir undir land á Kanariuoyggjunum.

Í dagføringini skrivar Tuijn, at ferðin hevur verið stak góð á fyrsta legginum av túrinum. Ferðin hevur verið hægri, enn teir høvdu roknað við á hesum strekkinum.

[object Object]Her lá báturin við Livar og teimum um midnáttarleitið

Fyltist við sjógvi
Á triðja degnum fingu teir keðiligt veður og nógva aldu. Aldan gjørdi, at teir fingu enn størri ferð á bátin, tí teir kundu ríða á bylgjunum, men tað førdi eisini við sær, at báturin tók nógvan sjógv inn, tí hann kom tvørs fyri, eitt nú tí tað eisini vóru trupulleikar við sjálvstýraranum.

Men størsti trupulleikin hjá teimum í gjár var, at battaríini avladast. Teir hava sólkyknur umborð á bátinum, sum virka væl, men battaríini tømast so skjótt, at teir undanfarnu nátt ikki høvdu møguleika at brúka elektronisku navigasjónstólini umborð, men máttu líta á tað, sum eyguni sóu.

Hetta ber ikki til, og tí verður lagt inn í Lanzarote at kanna brekið áðrenn farið verður víðari, skrivar Ralph Tuijn.

Livar raktur av stórum flúgvifiski
Onnur óvæntað óhapp hava eisini verið á túrinum. Fyrstu náttina var Livar Nysted raktur av einum flúgvifiski!

Ralph Tuijn skrivar soleiðis:

”Fyrstu náttina var Livar raktur av einum flúgvandi fiski, og tað var ikki nakar lítil fiskur. Ein álvarslig stødd á 20-25 sentimetrar!!! Eg havi ikki upplivað hetta fyrr, ikki einganga við smáum flúgvifiskum. Vanliga síggjast hesir ikki fyrr enn langt sunnan fyri Kanariuoyggjarnar suður móti Cape Verde”, skrivar royndi havrógvarin.

Hann skrivar eisini, at teir høvdu óvæntaðar gestir at borði:

”Í góðum sólskinsveðri á triðja degi hoyrdi eg Livar siga, meðan eg lá og hvíldi meg: ”Hygg har, tveir bóghvítuhvalir beint við bátin”. Ja, ja, hugsaði eg, so norðalaga, far og lumpa onkran annan. Eg havi róð sjey ferðir tvørtur um Atlantshav og ongantíð sæð bóghvítuhval, so hetta var ’bullshit’ frá okkara víkingi. Men tá Darragh eisini vóru at tosa um bóghvítuhval, gjørdist eg áhugaður og fór fram. WTF, rætt høvdu teir. Fantastisk djór og ein ótrúlig byrjan á ferð okkara”.

Ralph Tuijn roknaði í gjár við, at teir vóru frammi í Lanzarote um middagsleitið í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder