Innanlands

Fara nú at kanna hví eldur kom í

Í gjáramorgunin kom eldur í eini raðhús í Hoyvík – Øll húsfólkini komu út í øllum góðum, men húsini eru illa farin

2020-05-03 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var stutt fyri klokkan tíggju í gjáramorgunin, at boðini komu um, at eldur var kyknaður í einum raðhúsum í Jørundargøtu í Hoyvík. 

Øll húsfólkini komu út í øllum góðum, og elvdi eldurin sostatt ikki til nakran fólkaskaða, men húsini eru illa farin.

– Tey eru ikki í góðum standi, tak, rútar og annað er farið, og mann væntar ikki, at nógv av innbúgvinum kann bjargast, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at tað tók uml. tveir og ein hálvan tíma, áðrenn løgregla og sløkkilið vórðu liðug á staðnum.

Enn vita tey ikki, hví eldurin kyknaði, men tað verður nú kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder