2021-04-18 09:55

Um níggju tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Hoyvík. Eldurin varð sløktur, og eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men húsini fingu eitt sindur av skaða.
Sambært løgregluni var talan um so umfatandi roykskaða, at húsfólkini ikki fáa verið í húsunum.
Enn veit løgreglan ikki at siga, hví eldur kom í húsini, men tey fara at kanna orsøkina til endsbrunan í dag ella í morgin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald