Á býráðsfundinum hóskvøldið 29. oktober samtykti Vágs Býráð at seta arbeiðið við mentanardepilinum í Vágs skúla í gongd.
Talan er ikki um nakra nýggja verkætlan - men hon er er víðkað í mun til upprunaligu ætlanina.
Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tekniska deild hevur arbeitt við endaligum tekningum og kostnaðarmeting seinastu tíðina.
- Samlaði metti kostnaðurin fyri verkætlanina er 13,7 milliónir krónur. Í hesum eru útreiðslur til byggiarbeiði, prosjektering, byggileiðslu, mvg og aðrar útreiðslur.
Nú verður farið undir fyrireikingarnar til byggiarbeiðið, og arbeiðið er væntandi at byrja skjótast gjørligt. Verkætlanin er mett at taka umleið 14–16 mánaðir.
Tað vil siga, at um tað gongst sum ætlað, verður depilin til reiðar at taka í nýtslu einaferð í 2028.
![]()
Mynd: vagur.fo
Verkætlanin fevnir um eitt nýtt auditorium í gamla svimjihylinum, umframt móttøku, hølir til musikkskúlan, uppihaldsøki og serveringskøki.
Mentanardepilin skal skapa karmar fyri mentanarligum virksemi í Vági, har rúm verður fyri millum annað konsertum, ymiskt sum skúlin skipar fyri, fyrilestrum og øðrum tiltøkum, skrivar vagur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald