Innanlands

Farin í holt við at merkja springararnar

Á Skálafjørðinum rokast tey nú við at fáa springararnar upp á bryggjuna og merkja teir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-12 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður helst ikki fyrr enn í morgin árini klokkan 7 at tað verður greitt, nær seðlarnir í springaradrápinum í Skálafirði koma út og hvussu býtið verður, upplýsir Jens H. Jensen, sýslumaður í kvøld.

Hann sigur at drápið er liðugt, og at tey eru farin í gongd við at merkja hvalirnar.

Talan var um óvanliga nógvar springarar, og tað tók eina løtu at drepa teir, sigur sýslumaðurin, sum tó ikki veit so nógv ítøkiligt at siga um drápið í kvøld.

Tað verður meira at frætta í morgin árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder