Tað at nólsoyingar seinnapartin í gjár mótmæltu, at Ternan í tíð og ótíð verður tikin frá teimum, hevur við sær at eingin sigling er um Nólsoyarfjørð í morgun.
Jósup skal annars loysa Ternuna av, sum í tvær ella tríggjar vikur skal sigla á Sandoyarleiðini fyri Teistan, sum skal á beding.
Men enn liggur Jósup við bryggju í Havn, og fer ongan veg fyrr enn leiðslan á Strandferðsluni hevur mett um støðuna í Nólsoy. Tað sæst aftur har Jósup liggur við Bursatanga. Mjólk og annar farmur, sum skal um fjørðin stendur og bíðar.
Tá Ternan kom út til Nólsoyar klokkan 16:40 vórðu endar bundnir fast í skipið, og innsiglingin varð stongd. Manningin umborð og Strandferðslan vildi ikki leggja rampuna niður. So var bíðistøða, og ikki fyrrenn klokkan 21.30 sluppu tey ferðandi í land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald