Farið er nú av álvara í gongd við at byggja rakettútskjótingarstøðina uttast á landnyðringshorninum í Hetlandi og harvið eisini uttast á landnyðringshorninum av bretsku oyggjunum.
Lamba Ness eitur staðið, sum til fyri gott 20 árum síðani legði lendi til eina radarstøð hjá Royal Airforce.
Til fyri fáum mánaðum síðani sást ikki nógv eftir av radarastøðini, men í summar varð so farið undir at byggja komandi ‘rúmdarhavnina’ – spaceport – á nesinum.
Talan er um eitt øki, ið – næstan – liggur so tætt við Føroyar, sum komast kann. Og um trý til fýra ár verður roknað við, at hetta verður miðdepil fyri umleið 30 skjótingar út í rúmdina um árið, við einum 10 til 15 fylgisveinum av ymiskum slagi hvørja ferð.
Ætlandi fara Føroyar at fáa ein leiklut í hesum útskjótingum, tí talan hevur verið um at taka upp eitt samstarv við Føroya Tele til tess at taka niður dátur tá rakettirnar verða skotnar upp av Lamba Ness við kós norðureftir, so tær koma at vera í føroyskum loftrúmi í rúma tíð.
Strang-hjúnini byrjaðu í smáum
Útskjótingarstøðin kallast SaxaVord Spaceport. Stigtakararnir til hesa rættiliga stóru ætlanina byrjaðu í smáum, tá hjúnini Frank og Debbie Strang keyptu tað, sum eftir var av RAF radarastøðinil kallað SaxaVord við Lamba Ness á oynni Unst.
Hetta umfataði millum annað rættiliga nógv hús, har starvsfólk á støðini búðu í, og hesi hús vórðu síðan gjørd út til frítíðaríbúðir at leiga.
Nú rakettstøðin er blivin veruleiki, og sostatt verður tann fyrsta støðin í Bretlandi, sum kann skjóta rakettir upp, verður roknað við at tað kann elva til stóra menning á hetlendsku norðoyggjunum, sum onkursvegna hava merkt sviðan av, at bretska loftverjan valdi at flyta tað nógva virksemi burtur.
Eitt nú varð floghavnin við Baltasound niðurløgd, tí grundarlag var ikki at hava regluliga flúgving har. Eitt skifti, meðan radarastøðin virkaði, í 1994/95, ferðaðust næstan 350.000 fólk um henda lítla flogvøllin árliga.
Nú verður væntað, at grundarlag verður fyri at lata floghavnina uppaftur, skrivar Shetnews.
Frank Strang (Savnsmynd)
Droyma um undirsjóvartunnlar
Roknað verður við, at millum 100 og 150 fólk fara at arbeiða á SaxaVord Spaceport, tá hon er komin rættiliga í drift.
Men tað verður eisini tosað um at bora undirsjóvartunnlar eftir føroyskari fyrimynd.
Fyri at koma av hetlendska meginlandinum út á Unst skal siglast um tveir firðir ella sund.
Fyrst frá ferjuleguni Toft, sum liggur nærhendis Sullom Voe oljuterminalin og yvir um Yellsound, ein túrur, ið tekur umleið 20-25 minuttir, til Ulsta á oynni Yell. Haðani skulu koyrast knappir 30 kilometrar til Gutcher har ein onnur ferja siglir um Bluemull Sound til Belmont á Unst. Hesin túrurin tekur um 30 minuttir.
Tað er góðar 20 kilometrar frá ferjuleguni í Belmont til Skaw, norðast á oynni, har Lamba Ness er.
Túrurin úr Lerwick til SaxaVord Spaceport er góðar 100 kilometrar umframt ferjutúrarnar, so tað er skiljandi, at tey droyma um undirsjóvartunnlar har, serliga um ferð kemur á fólkavøksturin í sambandi við rúmdarvirksemið.
Longu nú merkja fólkini á Unst, at rakettvirksemið er byrjað. Bøtt er um vegir og infrakervi yvirhøvur. Eitt nú er skervur og annað tilfar til støðina flutt í oynna sjóvegis úr Noregi.
Ein milliard milliardir dollarar í virði
Hetta er ein nógv bíligari flutningur, enn um tilfarið skuldi verið flutt umvegis Lerwick á Mainland, vísir Frank Strang á í samrøðu við Shetnews.
Higartil eru 23 milliónir pund brúkt til byggingina, og herí eru eisini útreiðslur til at bøta um veganetið norður til støðina.
Sambært serfrøðingum verður roknað við, at rúmdarídnaðurin umleið ár 2040 hevur eitt virði upp á eina trillión dollarar. Er talan um eina amerikanska trillión, svarar tað til eina billión á okkrar leiðum, svarandi til ein milliard milliardir.
So vit tosa um sera stórar upphæddir, og bretski rúmdarídnaðurin hevur sett sær sum mál, at fáa fatur á tíggju prosentum av hesum marknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald