Mentan

Faroe Music Export og G! Festivalurin halda fram við samstarvinum við Trondheim Calling

Boðað verður frá í dag, at Aggrasoppar, Kóboykex, Marianna Winter og Marius DC vera við á tí viðurkenda norska festivalinum, sum verður í døgunum 1. til 3. februar 2024

Aggrasoppar, Kóboykex, Marianna Winter og Marius DC vera við á Trondheim Calling í februar

Aggrasoppar, Kóboykex, Marianna Winter og Marius DC vera við á Trondheim Calling í februar

2023-10-16 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eitt samstarv við Trondheim Calling var leingi í umbúna, men korona steðgaði ætlanini tvær ferðir. Tíðliga í 2023 byrjaði tað, og tað gekk sera væl. Saman við Trondheim Calling kunnu vit tí frøast um at kunngera, at samstarvið eisini heldur fram í 2024. – og tað er við einum tónlistafólki meira enn ætlað, skrivar Faroe Music Export (FMX) í tíðindaskrivi.

Dag Audun Kårtvedt, bíleggingarstjóri hjá Trondheim Calling fegnast um framhaldandi samstarvið.

– Í fjør eydnaðist øgiliga væl, og vit hava fingið nógvar góðar afturmeldingar um framførslurnar. Í ár var góðskan so høg, at vit máttu hava eitt navn afturat, sigur hann.

Trondheim Calling verður í døgunum 1. til 3. februar, og tey føroysku nøvnini, sum verða at hoyra, eru Marius DC, Marianna Winter, Aggrasoppar, og Kóboykex.

– Longu í 2020 kom hugskotið á borðið um at skipa ein nýggjan form fyri skifti við Trondheim Calling, har eitt ávíst tal á føroyskum tónlistafólkum skuldu fáa pláss á festivalinum, og Føroyar og okkara tónleikapallur skuldu fáa góða umrøðu áðrenn og eftir tiltakið. Samstundis skuldi G! Festivalurin fara eftir einum favoritti frá Trondheim Calling, ið fær pláss á festivalinum í Gøtu summarið eftir. Tað tók, sum vera man, við atliti at pandemiini, nøkur ár, áðrenn alt varð fingið í lag, men í februar í ár varð tann endaliga samstarvsætlanin veruleiki fyrstu ferð. Jazzygold, Dania O. Tausen og Joe & The Shitboys spældu øll á Trondheim Calling í februar 2023, og tað riggaði sera væl, skrivar FMX.

Leiðarin fyri FMX, Glenn Larsen, sigur, at tey eru sera fegin um, at samstarvið heldur fram.

– Trondheim Calling var ein frálík uppliving fyri øll, ið vóru við í februar, og tað gav helst positivt úrslit fyri allar føroyskar luttakarar. Trondheim Calling er ein hollur og góður festivalur við nógvum norðurlendskum umboðum og stórari áhoyrarafjøld, og ikki minst eitt ómetaliga gott stað at hittast hjá okkara føroysku listafólkum og møguligum samstarvsfeløgum. Vit gleða okkum!

Trondheim Calling er ein av teimum størstu vinnufestivalum á tónleikaøkinum, sum árliga vísir nógv nýggj listafólk fram á leiðini móti gjøgnumbroti. Tiltakið er tvíbýtt og er skipað sum ein tónleikafestivalur um kvøldið og ein ráðstevna fyri tónleikarar og vinnu um dagin. Festivalurin dró til samans meira enn 7.000 vitjandi til sín í 2020.

Festivalurin fer at savna seg í norðurlendskum høpi, og umframt at vera umboðað við heilum fýra listafólkum fara føroysk umboð at vera við í almennum orðaskifti, panelum og umboðsprogrammum. FMX fer at vera hjástatt á festivalinum saman við fleiri føroyskum umboðum, skrivar FMX.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder