
Farsóttarnevndin vil hava størri tryggleika í kanningarúrslitunum av potingunum, sum, kanningarstovan Thetis eitt nú ger við landamørkini. Tað visti Dagur og vika at siga í kvøld.
Orsøkin er hátturin, sum Thetis greinar potingarnar. Tí potingarnar verða greinaðar í bókum, seks og seks. "Testpooling" verður tað nevnt. Hetta kann geva eina óvissu í úrslitunum.
- Potingarnar, sum verða gjørdar við mørkini, eiga at verða kannað ein og ein og ikki í bólkum upp á seks, sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini.
- Jú meira man “poolar”, jú størri vandi er tað fyri at onkur sum er veikt positivur, verður kannaður falskt negativur, greiddi Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, frá í Degi og viku.
Verandi avtala við Thetis um kanningarnar gongur út um nakrar fáar dagur, og Heilsumálaráðið samráðist nú við privatu kanningarstovuna um at leinga verandi sáttmála.
Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum sigur við Dag og viku, at tey ikki hava orsøkir til at halda annað enn, at kanningarnar hjá Thetis eru í lagi. Kanningarhátturin hjá Thetis verður tikin við í viðgerðini hjá Heilsumálaráðnum, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald