Innanlands

FAS-skipanin varð misnýtt

Løgmaður hevur svarað spurningar um Samherja-málið

2021-06-10 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Tá tað so verður staðfest, at FAS-skipanin er nýtt til gjalda hýrur til namibiskar fiskimenn, er tað ilt at koma til aðra niðurstøðu enn, at FAS-skipanin er misnýtt”.

Soleiðis sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari upp á skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi.

Tingkvinnan setti herfyri løgmanni nakrar spurningar um sokallaða Samherja-málið, eftir at tað kom fram, at stóra íslendska reiðaríið hevði toldið Taks 17 milliónir krónur aftur, sum felagið hevði fingið afturgoldið av órøttum.

Málið varð avdúkað í sjónvarpssendingini “Teir ómettiligu” í Kringvarpi Føroya.

Sambært svarinum til Sirið Stenberg, fer løgmaður ikki at gera meira við málið. Hann sigur, at sambært Fíggjarmálaráðnum, so arbeiðir Taks í løtuni við málinum, sum eisini er meldað til løgregluna. Løgmaður hevur tí ikki fleiri viðmerkingar til hetta.

Sirið Stenberg spurdi eisini løgmann, um hann kundi veita vissu fyri, at krøvini um útlendskan ognarskap í føroysku fiskivinnuni verða hildnar.

Í hesum sambandi nágreinar løgmaður íslendska ognarskapin í føroyska smápartafelagnum Framherji, sum er samstarvsfelagið hjá íslendska Samberja í Føroyum.

- Vørn hevur eftirlit við, at ognarviðurskiftini í feløgum, sum virka í fiskivinnuni í Føroyum, eru í samsvari við lóg um sjófeingi. Fyri at reka fiskiskap krevst, at eigarin av fiskifarinum er persónur ella felag, sum til einhvørja tíð er heimahoyrandi í Føroyum og lýkur treytirnar í grein 11. Greinin hevur fleiri ásetingar, harundir allýsing av hugtakinum “heimahoyrandi” og mørk fyri, hvussu stóran part útlendsk feløg kunnu eiga í føroyskum feløgum. Markið er 25 prosent fyri nýggj feløg.

- Tey feløg, sum høvdu rættindi at veiða, áðrenn lógin kom í gildi 1. januar 2020, hava tó loyvi til at hava 33 prosent útlendskan ognarskap... Spf. Framherji er millum hesi.

- Sambært teimum upplýsingum, sum Vørn hevur, lýkur Spf. Framherji treytirnar í lógini. Sambært eigarabókini eiga persónar heimahoyrandi í Føroyum 66,6 prosent og Spf. Framinvest 33,33 prosent av partapeninginum. Sambært eigarabókini hjá Spf. Framinvest eiga persónar heimahoyrandi í Føroyum 27 prosent og Semherji HF 73 prosent av partapeninginum. Hetta merkir, at Samherji HF eigur 24 prosent av partapeninginum í Spf. Framherja, og hetta er undir 33 prosent, sum er markið, skrivar løgmaður í svarinum.

Alt svarið kann síggjast her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder