Bretski rithøvundurin, Fay Weldon, ið serliga var kend fyri síni verk um lívið í Stórabretlandi, er deyð, 91 ára gomul. Tað upplýsti sonur hennara fyri The Guardian í dag.
Fay Weldon var feministur, og hevur skriva yvir 300 bøkur umframt leikrit til bæði pall og sjónvarpsrøðir.
Millum mest kendu verk hennara er “The Life and Loves of a She-Devil (En hun-djævels bekendelser)’, har hon við bítandi speisemi lýsti hevndina hjá eini kvinnu mótvegis ótrúgva ektamanni sínum.
Skaldsøgan var eisini grundarlagið fyri filminum ‘She-Devil’ frá 1989 við Meryl Streep í einum av høvuðsleiklutunum.
Fyrsta skaldsøga hennara var “The Fat Woman’s Joke”, sum kom út í 1967. Hon skrivaði eisini leikritið til fyrsta part av sera vælumtóktu sjónvarpsrøðini “Upstairs, Downstairs”, sum fyrst varð víst á ITV sjónvarpsstøðini í byrjanini av 1970’unum.
Fay Weldon vitjaði Føroyar sum gestur á Listastevnuni í 2003.
Fay Weldon - Family Announcement.
— Georgina Capel Assoc (@GeorginaCapel) January 4, 2023
It is with great sadness that we announce the death of Fay Weldon (CBE), author, essayist and playwright. She died peacefully this morning 4th January 2023. pic.twitter.com/1nsp4qHlHv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald