Mentan

Feðgar á ferð komnir heim í øllum góðum

Í morgun komu feðgarnir báðir Sjúrður og Guðmundur Norðbúð á Havnina

(Mynd: RWD)

(Mynd: RWD)

2018-07-19 08:06 Author image
Oda Strøm
placeholder

13. juni byrjaði ferðin heim úr Norra hjá feðgunum báðum Sjúrða og Guðmundi Norðbúð.

Guðmundur Norðbúð, ið er 28 ára gamal, hevur seinastu árini búð í Fredrikstad í Norra, har hann hevur lært til bátasmið. Fyri seks árum síðan keypti hann eina gamla skútu, sum hann setti sær fyri at umvæla. Skútan fekk navnið Stjørnan.

Feðgarnir hava tikið sær góða tíð á ferðini heim frá Norra og steðgaðu ymsastaðni á veg heim, og síðsta stopp á ferðini var Hetland týsdagin, áðrenn teir sigldu síðsta túrin heim. Í morgun klokkan 07 komu teir báðir so á Havnina eftir at hava verið á ferð í meir enn ein mánaða, og lagið var gott. 

Orsøkin til, at Guðmundur valdi at sigla bátin heim nú, er, at hann er liðugt útlærdur sum bátasmiður og ætlar sær at byrja egna verksmiðju í Føroyum. 

- Marknaðurin er kanska ikki so stórur sum aðrastaðni, men hjartað dregur. Hetta er tað eg brenni fyri at gera, og eg ynski at royna meg í Føroyum við egnari verksmiðju, segði Guðmundur við dagur.fo, áðrenn ferðin heim byrjaði.

- Eg keypti seksæringin í 2012 og fann útav, at talan var um eitt gamalt grønlandsfar, sum er bygt í 1959. Nógvir eldri menn kendu bátin aftur og fortaldu mær, at báturin var at kalla fast inventar í Føroyingahavnini gjøgnum øll 60'ini, segði Guðmundur Norðbúð. 

Les meira um ferðina her. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder