Innanlands

Feðgar handtiknir fyri nógv umtalað dráp

Talan var eftir øllum at døma um avrætting av einum ósekum ungum manni, sum rann sær ein túr. Málið hevur skapt øsing í USA

Tey leggja blómur har skottilburðurin var (Mynd: EPA)

Tey leggja blómur har skottilburðurin var (Mynd: EPA)

2020-05-08 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Einir feðgar í amerikanska statinum Georgia vórðu í gjár handtiknir fyri at hava skotið og dripið 25 ára gamla Ahmaud Arbery í februar.

Hetta málið hevur fingið ovurstóra umrøðu hesar seinastu tíðina, kanska serliga fyri at hava rasistiskar undirónar. Ungi maðurin, sum var úti og rann sær ein túr, er svartur, feðgarnir, sum eltu hann alvápnaðir í einum bili, eru hvítir.

Harmurin hjá nógvum av teimum, sum hava gjørt vart við málið á sosialu miðlunum, snýr seg um, at løgreglan einki hevur gjørt fyri at handtaka teir báðar, 64 ára gamla Gregory McMichael og 34 ára gamla sonin Travis McMichael, hóast videoupptøkur eru av hendingini, sum at líta til benda á, at rennandi maðurin varð skotin uttan orsøk.

Í gjárkvøldið kom so fráboðanin um, at feðgarnir eru handtiknir. Granskingardeildin hjá løgregluni upplýsir, at menninir eru skuldsettir fyri at hava elt Mr. Arbery og skotið hann til deyðis, skrivar BBC.

Rann sær ein túr
Ahmaud Arbery var ein rennitúr henda seinnapartin 23. februar í býnum Brunswick. Gregory McMichael hevur sagt løgregluni, at hann sá Arbery og helt, at hann líktist einum manni, ið er eftirlýstir fyri fleiri innbrot í økinum. Teir valdu tí at elta hann, og tað hendi við einum tilburði, har Arbery varð skotin.

Advokaturin hjá familjuni sigur við amerikanska miðlar, at upptøkurnar frá hendingini vísa, at talan er um eina avrætting. Orsøkin til at Gregori McMichael ikki varð handtikin var, sambært advokatinum, at hesin hevur arbeitt fyri lokalu løgregluna.

Boe Biden: Hetta skal kannast
Hendingin hevur ført til nógvar hvassar viðmerkingar frá kendum amerikanarum, eitt nú forsetavalevninum Joe Biden, sum hevur sagt, at tað er eyðsæð, at maðurin varð avrættaður.

- Familjan hevur krav upp á at fáa hetta málið kannað, tí her er talan um dráp, skrivar Joe Biden á Twitter.

Umrøddi filmurin sæst á Twitter-dagføringini herundir:

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder