Mentan

"Fedrelandet" byrjar nýggja árið í Filmsfelagnum

Norski filmurin verður sýndur mikukvøldið 3. januar

2023-12-30 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski filmurin, “Fedrelandet”, sum byrjar nýggja árið í Filmsfelagnum, er eitt filmslistarligt verk um lívið sjálvt, deyðan, náttúruna og um í tilveruni at verða til staðar í løtuni. Filmurin verður sýndur mikudagin 3. januar 2024 klokkan 20.

Við Wim Wenders og Liv Ullmann sum framleiðarum hevur norska Margreth Olin (f.1970) gjørt ein stórbæran heimildarfilm, sum er norska Oscaruppskotið.

Ummælarar eru samdir um, at í filminum, ið hevur altjóða heitið ”Songs of Earth”, eru tað norsku fjallarøðirnar, sum hesa vetrarhálvuna skapa karmin um avgjørt størstu náttúruuppliving í biografinum, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Tað er Margreth Olin, sum við hesum filmi fer á eina eksistentiella ferð við foreldrunum, ið samstundis verða ein menniskjanslig alin, sum í alduri verður hildin upp móti endaleysu víddunum.

Kærleikin og lívlangi trúskapurin hjá foreldrunum sigur okkum stillisliga frá um, hvussu tað ytra kann geva tí innara menniskjanum eitt sameinandi afturljóð. Á ferðini koma tey eftir, at sjálvt tað mest grundfesta fjallið er fyri broytingum - og tað serliga í okkara tíðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder