2020-03-08 10:50
Klokkan 15 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Hoyvík um, at ein bilur var stolin.
Eigarin segði seg ikki vita rættiliga, nær bilurin varð stolin, men tað var onkuntíð millum fríggjamorgunin klokkan trý og leygardag seinnapart, varð sagt.
Talan var um ein svartan VW Passat Limousine, sum løgreglan síðani eftirlýsti á Facebook.
Aftaná 40 minuttir varð løgreglan uppringd úr Vágum um, at bilurin var funnin við lyklinum í.
Sostatt endaði alt gott, og eigarin fekk bilin aftur. Tó fær viðkomandi eina bót fyri at lata lykilin vera eftir í bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald