Eitt heldur óvanligt arbeiðsóhapp fór fram í svenska býnum Borås í dag.
Aftonbladet skrivar, at ein maður á einum sláturvirki kom í stórar trupulleikar. Hann arbeiddi millum annað við kúm, og tað endaði við at ein kúgv endaði á arbeiðsmanninum.
Talan var um eina deyða kúgv, ið helst skuldi verða slátrað.
Kýr viga vanliga nøkur hundrað kilo, tá tær eru vaksnar. Løgreglan í Borås, ið fekk fráboðanina stutt eftir middag, upplýsir, at maðurin ikki er í lívsvanda.
Hann varð koyrdur á sjúkrahúsið við sjúkrabili og hevði fingið nøkur brot.
Sambært svenskum miðlum er ikki greitt, hvussu hetta kundi henda. Ein kanning er tó í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald