Ætlanin var, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skuldu hava aðalfund leygardagin 14. mars, men fundurin verður nú útsettur, skrivar felagið á heimasíðu sína.
Orsøkin er hin sama sum hevur elvt til fleiri avlýsingar og útsetingar seinastu dagarnar – coronavirusið.
– Orsøkin er vandin fyri at spjaða corona smittu millum sjúk fólk og eldri borgarar kring landið. Eisini er stórur vandi fyri at heilsuverkið, heimatænastur og røktarheim kring landið verða løgd lamin, um smitta verður spreidd út, har nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru samlaðir, skrivar felagið.
Enn er ikki greitt, nær aðalfundurin verður, men felagið sigur, at tey fylgja við støðuni og fara at taka avgerð út frá, hvussu smittugongdin í Føroyum verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald