Hóskvøldið 23. juni var stovnandi aðalfundur í Listastovuni í Miðvági.
Ymiskt virksemi hevur verið í Listastovuni í nøkur ár – við sjálvbodnum kreftum. Millum annað hava verið framsýningar, konsertir, og seinstu vikurnar eisini sjónleikur. Harafturat verða hølini eisini nýtt regluliga av fleiri lokalum listafólkum til listarligt arbeiði, og kvøldskúla í málningalist. Tó hevur ongin formligur felagsskapur verið, sum hevur staðið fyri at skipa virksemið.
Men herfyri tóku nøkur sjálvboðin stig til ein stovnandi aðalfund. 14 fólk møttu til fundin.
Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum, ein av stigtakarunum, bjóðaði fundarfólkunum vælkomin, og greiddi hann frá ætlanini við at stovna felagið.
– Endamálið við felagum er at veita karmar til útinnan av fjølbroyttum listarligum og kreativum arbeiði. At skapa karmar at bera fram upprunaverk og mentan, við lokalum listafólki í miðdeplinum. Málið við felagnum er, at stimbra undir mentanarliga umhvørvið í Vágum, og at eggja listafólki til at mennast. Ynski er at húsið verður til eitt margfalt og atkomuligt mentanarhús, har pláss er fyri øllum. Eitt hús í støðugari menning, sum skipar fyri, hýsir og mennir nýggj tiltøk fyri listafólki og áhoyrarum, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.
Tey frammøttu valdu Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum, Bryndis í Dali, Kristinu Isfeld, Jákup Gardar Joensen og Vár Eydnudóttir í nevndina. Harafturat vórðu Bjartur D. Thomsen og Petur Heinesen valdir sum tiltakslimir.
Eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg við Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum sum formann, Kristinu Isfeld sum næstforkvinnu, Vár Eydnudóttir sum skrivara og Bryndis í Dali sum peningarøkil. Jákup Gardar Joensen er vanligur nevndarlimur.
Nógv hugskot vóru frammi á fundinum, og nú fer nevndin at seta seg saman og leggja ætlanir fyri hvussu tey skulu skipa seg, sigur nevndin.
Felagið er eitt áhugafelag, borið uppi av sjálvbodnum og limum, og øll kunnu gerast limir í Listastovuni, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald