Innanlands

Felagið Nótaskip stuðlar Pál Weihe við einari millión

Verkætlanin hjá Pál Weihe hevur til endamáls at kanna myrkatalið av koronasmittaðum í Føroyum

Pál Weihe (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Pál Weihe (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-03 16:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nótaskip hevur avgjørt at veita 1 mió. kr. í stuðli til verkætlanina hjá Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Verkætlanin hevur til endamáls at kanna myrkatalið av koronasmittaðum í Føroyum. Hóast næstan 9 prosent av øllum føroyingum eru kannaðir fyri koronasmittu, so er ongin ivi um, at tað eru onnur, sum bera smittuna, uttan at vita tað. Hesin bólkur verður nevndur myrkatalið.

Kanningin verður gjørd við at máta andevni hjá 1.000-1.500 tilvildarliga valdum føroyingum fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum hava verið smittað. Hesin kunnleiki ger heilsuverkið betri ført fyri í framtíðini at leggja fyribyrgingina av smittuni til rættis.

Limir í Felagnum Nótaskip eru feløgini í teimum trimum samtøkunum: Varðanum, Palla hjá Mariannu og Framherja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder