Innanlands

Felags páskamøtir á eystari armi á Skálafjørðinum

Byrjað verður í Rituvík Langa fríggjadag, Páskadag er møti á Toftum og endað verður 2. Páskadag á Glyvrum

Missiónshúsið Tabor á Toftum verður karmur um møti 1.páskadag klokkan 18

Missiónshúsið Tabor á Toftum verður karmur um møti 1.páskadag klokkan 18

2025-04-16 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í fjør, so eru missiónshúsini í Rituvík, á Toftum og á Glyvrum felags um møtir á páskum.

Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari. Talan er um trý møtir - í trimum ymiskum missiónshúsum. 

Felags páskamøtini byrja Langa fríggjadag kl. 18 í Rituvík, har Marjan Kass Nielsen talar, og Glyvra Streingjakor syngur.

Páskadag eru møti á Toftum kl. 18 har Bergur Debes Joensen talar, og Manskórið í Rituvík syngur.

Annan páskadag klokkan 18 er so møti á Glyvrum, har Kristian Martin Petersen talar, og Taborkórið syngur.

Drekkamuður verður eftir øll møtini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder