Um stutta tíð fer býarmyndin at verða merkt av ungdómi við studentarhúgvum á høvdinum.
Próvtøkutíðin er í hæddini og fyrstu pisurnar hava fingið húgvuna á høvdið. Hátíðarløtan, har prógvini verða handaði, nærkast. Í ár er fyrstu ferð, at prógvhandanin hjá miðnámsskúlanæmingum verður felags fyri allar næmingar á Glasi. Handanin verður 28. juni kl. 13:00 í høllini á Hálsi. Har fáa tey prógv, sum hava lokið hesar útbúgvingar:
• Innan tað vinnu- og yrkisrættaða øki er talan um FHS, Klædnaatstøðingar, Tilvirkisatstøðingar, yrkisnám 4 og sveinar innan timbur, smiðu, el og maskin.
• Innan tað gymnasiala øki er talan um Búskapar-, Fyrireikingar, Hug- og Náttúrubreyt.
Umleið 350 næmingar fáa prógv á Glasi í ár. Næsta skúlaár flyta tær tríggjar eindirnar á Glasi saman í nýggja bygningin í Marknagili. Sostatt er prógvhandanin í ár søgulig, tí hetta eru síðstu næmingarnir, sum fáa prógv eftir at hava gingið á ávíkavist Tekniska skúla í Smiðjugerði, Føroya Handilsskúla í Marknagili og Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum.
Tann 16. august 2018 skriva vit so aftur søgu, tá allir næmingar á Glasi møta saman til fyrsta skúladag á nýggja skúlanum í Marknagili.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald