2022-11-06 12:59
Mánakvøldið 7. november kl. 19 verður felagskvøld fyri sjómanskvinnuringarnar á Sandoynni í missiónshúsinum á Sandi.
Á skránni verður sangur, bøn og andakt.
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiðin frá bókini “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, og greiðir stutt frá søgunum um teir seks sjómanskvinnuringarnar á Sandoynni. Nevnast kann, at ringurin í Skopun óivað varð stovnaður í 1952 og allir hinir í august og september 1961. Høvi verður at keypa bókina.
Drekka verður umframt innsavnan til Sjómansmissiónina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald