2020-03-20 07:33
- Við íblástri frá íbúðarhúsum í Italia, fer morgunsendingin at royna at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at syngja í senn. Sangurin verður Fagra blóma. Vit brúka gamla lagið, og sungið verður í D-dur.
Hetta hevur Góðan Morgun Føroyar boðað frá.
Klokkan tíggju minuttir yvir níggju byrjar klaverundirspælið í útvarpinum, og tá verður møguleiki at syngja við.
Mælt verður til at fylgja tiltøkunum sum eru galdandi í løtuni, og at millum annað sygnja við gjøgnum eitt opið vindeyga.
Sí eisini: - Felagssangur millum íbúðarblokkar á oyrasundskollegiinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald