Tor Rescue 24, ið er árliga felagsvenjingin hjá føroysku bjargingarfeløgunum, verður á Eiði í morgin, leygardagin 11. mai.
Økið, ið nýtt verður er, Eiðisflógvi og av Eiði til brúnna við Streymin, skrivar heimsíðan hjá Eiðis kommunu.
– Áleið hálvthundrað fólk, fýra bjargingarbátar, smærri bátar, fjallabjargarar og onnur fólk á landi vera við í venjingini. Øll onnur verða vinarliga biðin at fylgja væl við at talan er um venjing – og ikki neyðstøður.
– Tá ið venjingin er liðug, eru øll vælkomin oman á keiina at hyggja eftir bátunum. Hetta verður væntandi kl 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald