Innanlands

Fer á ting – heimanífrá

Barbara Gaardlykke Apol byrjar sum fólkatingslimur heima hjá sær sjálvari

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-03-17 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Barbara Gaardlykke Apol, sum í dag skuldi sessast millum hinar 178 fólkatingslimirnar í salinum, er nú virkandi fólkatingslimur – heimanífrá.

Fólkatingið er eisini merkt av íkomnu Covid-19 støðuni, og millum annað kunnu í mesta lagi 95 av teimum 179 fólkatingslimunum vera í salinum samstundis.

- Vanliga arbeiðið á fólkatingi er meira ella minni niðurlagt, eins og á øðrum arbeiðsplássum kring heimin, sigur Barbara Gaardlykke Apol, virkandi fólkatingslimur hesa vikuna.

Í næstu viku skuldi eitt kjakumfar vera millum allar floksleiðararnar í fólkatinginum, har Barbara skuldi luttaka, men vegna atlit til Covid-19, er kjakumfarið avlýst í hesum umfarinum.

Les eisini: Yngsta føroyska fólkatingsumboðið nakrantíð 

- Tað er sjálvandi nakað, sum eg var ógvuliga spent til, men heilsuatlitini og arbeiðið at forða smittuspjaðingini er sjálvandi nógv týdningarmiklari. Hesa vikuna fari eg tó at leggja orku í míni politisku hjartamál á aðrar hættir. Serliga ætli eg mær at orða nakrar skrivligar fyrispurningar til donsku ráðfólkini, sum kann geva okkum eitt størri innlit í mál ella enntá føra til politiskar avgerðir, ið standa mær nær, sigur Barbara.

- Á skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, hava vit møguleikan at avrika hesar uppgávurnar heimanífrá, soleiðis, at eg framvegis kann varpa ljós á tey málini, sum eg brenni fyri, sigur Barbara, ið eisini heldur Covid-19 avdúka nakrar skeivleikar í samfelagnum.

- Meðan nógv fólk kunnu arbeiða heimanífrá, skulu starvsfólk við ‘kritiskum funktiónum’ framvegis møta til arbeiðis hvønn dag, umframt at seta seg sjálvan í smittuvanda. Teimum verður áløgd stór ábyrgd at halda samfelagnum uppi, og vera um okkara sjúku og eldru. Men hóast vit siga hesi fólkini hava kritiskar funktiónir í samfelagnum, er tað tíanverri ikki nakað, sum sæst aftur í teirra lønarseðlunum. Vit eiga at taka hetta sum eina áminning um, at umsorganar- og heilsuarbeiðið framvegis vantar fíggjarligu virðingina, sum tað hevur uppiborið, sigur Barbara Gaardlykke Apol. 

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder