Innanlands

Fer at bera til at vitja á røktarheimum og sambýlum

Hetta verður sett í verk fríggjadagin - tó at tað verður avmarkað. Í komandi viku byrja ymsu tænasturnar á eldraøkinum varliga

Eyðun Christiansen tosaði um trivnaðarligu avleiðingarnar, ið koronatiltøkini hava havt á tey, sum eru á bústovnum. Nú verður latið meira upp fyri vitjandi (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Christiansen tosaði um trivnaðarligu avleiðingarnar, ið koronatiltøkini hava havt á tey, sum eru á bústovnum. Nú verður latið meira upp fyri vitjandi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-06 11:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava gjørt tað rætta á eldraøkinum. Smittan er hildin burtur, tí vit settu tey neyðugu tiltøkini í lag og fylgdu tilmælunum. Tó ásanna vit, at trivnaðarligu avleiðingarnar hava verið stórar fyri okkara brúkarar, og á tann hátt hevur prísurin verið høgur.

Hetta segði Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, á júst lokna tíðindafundinum

Hann nevndi millum annað stúran, niðursettar førleikar og niðursetta lívsgóðsku. Í seinastuni hevur trivnaðurin hjá teimum eldru, ið ikkiki kunnu fáa vitjan, verið nógv umrøddur.

Tænasturnar byrja varisliga í komandi viku

Tað er neyðugt at byrja ymiskt frá øki til øki, við staðbundum loysnum, og hvørt eldraøki noyðist at tillaga tiltøkini. Hetta segði Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri í Norðoyar Bú- og Heimatænastu. Hon boðaði frá, at umlætting byrjar aftur - har er tørvurin stórur - samdøgursrehabilitering og venjingartilboð verða eisini tøk í næstum - hetta verður gjørt gjørt stigvíst og við greiðum reglum - og tey visiteraðu dagtilboðini lata uppaftur.

Asta Marjunardóttir, eindarleiðari á eldraøkinum í Havn, upplýsti, at hugt verður eftir møguleikunum á ymsu heimunum, men at allar búeindirnar fara at lata varisliga uppaftur. Nýggj búfólk sleppa eisini inn, men starvsfólk kunnuframvegid ikki skifta ímillum røktarheim ella arbeiðspláss sum heild.

Vitjandi vælkomin aftur

Latið verður upp fyri vitjandi á røktarheimum og sambýlum frá dýra biðidegi, 8. mai. Tó verður ansað væl eftir, avtala skal gerast við leiðaran,og fá, og helst tey somu avvarandi hvørjaferð, sleppa inn at vitja fyrstu tvær vikurnar. Tað verður mælt til, at vitjanin kann fara fram uttanfyri, um møguleiki er til tess, og tað verður eisini tillagað eftir, hvørjar umstøðurnar á búeindini eru, og nýggj støða verður tikin um 14 dagar.

Gera royndir av starvsfólki

Pál Weihe frá Koronaráðgevingini hevur hjálpt og vegleitt kommununum í at lata eldraøkið meira upp. Hann viðgongur, at tað er ein smittuvandi, men at tað er ráðiligt, og at tað kann eisini verða gott í stríðnum ímóti smittuni á eldraøkinum seinni. Pál Weihe legði upp til, at royndir verða gjørdar av fólkum, ið starvast í eldraøkinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder