Tilsamans 87 metrar vóru boraðir í Sandoyartunlinum í síðstu viku, har tað nú eru boraðir í alt 3.824 metrar av teimum 10.875 metrunum, sum tunnilin verður til longdar.
Streymoyarmegin, á Gomlurætt, vóru 37 metrar boraðir, og har eru nú í alt 1.749 metrar boraðir. Her hevur verið borað móti Kirkjubø fyrst, og nú borað verður undir Kirkjubøhólmi, er kósin sett móti Sandoynni. Teir eru 75 metrar undir vatnskorpuni.
Í Traðardali á Sandoynni vóru 50 metrar boraðir, og har eru 2.075 metrar boraðir. Hesu megin er boriliðið ikki komið út á sjógv enn og er 39 metrar undir vantskorpuni.
Eftir ætlan skal tunnilin verða liðugur í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald