Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum ítøkiligum lógaruppskoti um at taka gjald fyri koronakanningar frá ferðafólki, sum eru ávegis til Føroya.
Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður m.a. Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum í einum § 52a fyrispurningi spyr um koronatilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
– Landsstýrið hevur saman við myndugleikunum frá fyrsta degi hildið fast í somu ætlan. Tað hevur verið ein stór styrki at sleppa undan at skifta ætlan í tíð og ótíð. Við at geva hvørjum einstøkum bæði ábyrgd og álit hava vit megnað at avbyrgt og niðurbart koronusmittuna so hvørt hon hevur vunnið seg fram í føroyska samfelagnum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Hann leggur afturat, at tá ið føroyska samfelagið lat upp aftur var tað eftir grundregluni: Vit skulu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini.
– Ein høvuðsorsøk til, at landsstýrið kundi lata landið upp aftur, var, at føroyska tilbúgvingin á teimum ymisku økjunum var til reiðar, um ein onnur koronubylgja fór at taka seg upp, svarar løgmaður millum annað.
Løgmaður vísir eisini á, at heimild ikki er í galdandi føroysku epidemilógini til at taka gjald frá ferðafólki til koronakanningar, og hevur landsstýrið tí kannað, um heimild kann fáast innan onnur málsøki.
Tað arbeiðið er nú komið á mál, og tí kann landsstýrið nú fara undir at fyrireika eitt lógaruppskot.
Alt svarið hjá løgmanni kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald