Seinastu dagarnar hevur talið á ferðafólki, sum hava ferðast umvegis floghavnina í Keypmannahavn sett met.
Hetta hendi tveir dagar á rað - sunnudagin og mánadagin, upplýsir floghavnin sambært donskum miðlum.
Sunnudagin varð skrásetta ferðafólkatalið 111.000, og mánadagin varð talið 113.000. Áðrenn hetta var metið 109.000, og tað varð sett 28. juni 2019.
Fríggjadagin ávirkaði eitt stórt kt-brek m.a. flogferðsluna kring heimin. Í Keypmannahavn vórðu 12 flogferðir avlýstar, og eisini vóru nógvar seinkingar, og kann tað hugsast, at tað var ein partur av orsøkini til øktu flogferðsluna seinastu dagarnar, sigur Jacob Pedersen flogferðslugreinari sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald