Mentan

Ferðamannaskip á Funning fríggjadagin

"Cruise á ein burðardyggan hátt" rópa tey tað í Runavíkar Havn. Tikið verður ímóti í mesta lagi trimum skipum um árið í Elduvík og Funningi

(Mynd: Runavíkar Havn)

(Mynd: Runavíkar Havn)

2023-05-17 10:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Funningi og í Elduvík um at menna ein leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, men er nú komið á mál og vitjaninar verða skipaðar til frama fyri allar partar. Tikið verður í mesta lagi ímóti trimum skipum um árið í hvørjari bygd.

Fríggjadagin 19. mai vitjar ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi. Hetta sama skip vitjaði eisini í fjør, og var hetta fyrsta skipið, sum vitjaði bygdina. Vitjanin var so væl eydnað, at reiðaríið bílegði alt fyri eitt pláss aftur í ár.

Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, er sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.

Ymiskt verður at uppliva hendan dagin, m.a. verður kafé og søla av minnislutum í skúlanum, sálmasangur og vitjan í kirkjuni, søgulig framsýning í Ólvustovu, spákingartúrar í bygdini við ferðaleiðara, føroyskur dansur í dansistovuni og gongutúrar niðan á Hvíthamar og Slættaratind við lokalum ferðaleiðarum. Harumframt vera ASK ME- fólk í bygdini til reiðar at hjálpa og leiðbeina.

Ocean Adventurer er 100 m langt og umborð eru umleið 100 fólk. Skipið kemur klokkan 7 og fer avstað klokkan 17. Fyrsti bátur kemur inn á lendingina kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder