Innanlands

Ferðamannaskip bíðar eftir kanningarúrsliti

Haugesund: Illgruni er um, at tvey týsk ferðafólk møguliga eru smittað við corona

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2020-03-03 07:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt stórt týskt ferðamannaskip, Aida Aura, liggur í Haugesund í Noregi. Fráferðin er útsett orsaka av, at illgruni er um at tvey av ferðafólkunum eru smittað við corona.

1.200 ferðafólk eru umborð á skipinum, sum eftir ætlan skuldi verið farið úr Haugesund í gjár. Nú hevur felagið, sum eigur skipið, biðið um at sleppa at liggja í eitt samdøgur afturat, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av kanningini. Heilsumyndugleikarnir í Haugesund hava verið umborð á skipinum og kanna tey bæði ferðafólkini, skrivar NRK.

Orsøkin til illgrunan er, at tey bæði ferðafólkini fyri viku síðani vóru tætt í sambandi við ein triðja persón, sum seinni hevur fingið staðfest smittuna. Hesin triði persónurin er ikki umborð á Aida Aura. Øll koma tey úr Týsklandi.

Hesi bæði ferðafólkini eru nú avbyrgd hóast tey, sambært norska læknanum, ikki vístu serlig sjúkueyðkenni.

Roknað verður við, at kanningarúrslitini eru klár einaferð seinnapartin, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder