2024-03-18 14:10
Í morgin, týsdagin 19. mars, kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador Cruise Line inn á Runavíkar havn, har tað fer at liggja frá klokkan níggju til 18.
Sambært Runavíkar havn er hetta fyrstu ferð, at hetta skipið vitjar í Runavík.
Ambition er 216 metrar langt og umborð eru 930 ferðafólk, meginparturin úr Stóra Bretlandi. Manningin telur umleið 640.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og MB Tours er túrsmiður.
Ambition er tað fyrsta av 21 ferðamannaskipum, sum vitja Runavíkar havn í ár, skrivar Runavíkar havn.
Les eisini: Runavíkar havn: Nógv ferðamannaskip í ár og komandi árini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald