Fyri at forða koronasmittuni at koma inn í landið vórðu leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroyar broyttar mánadagin 4. mai. Síðan tá hava øll ferðandi til Føroyar fingið ein faldara við kunning og mannagongdum um heimauppihald, har upplýst m.a. verður, at eitt sóttarhaldstoymi fer at seta seg í sambandi við tey.
Hendan mannagongdin, at ein kontaktpersónur frá sóttarhaldstoyminum setir seg í samband við tey ferðandi, verður nú avtikin..
Kunningin um heimauppihald hevur virkað væl, og fólk kenna tilmælini. Tí verður mett, at tað ikki er neyðugt longur, at tey ferðandi verða uppringd av sóttarhaldstoyminum, skrivar Heilsumálaráðið.
Fólk kunnu tó framvegis ringja til sín egna kommunulækna, læknavaktina ella koronalinjuna, um tey fáa sjúkueyðkenni.
Nýggi faldarin til ferðafólkini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald